Kina tekur yrkisgøgn úr fangum

Kina tekur yrkisgøgn úr fangum
Ein óheft og ólønt kanningarnevnd í London hevur staðfest, at Kina heldur fram at drepa fangar fyri at fáa yrkisgøgn frá teimum
 
18.06.2019 - 08:15

Millum dripnu fangarnar eru limir í Falun Gong-rørsluni.

Formaður í kanningarnevndini, sum ber enska heitið The China Tribunal, er Sir Geoffrey Nice, sum var ákæri í altjóða dómstólinum fyri krígsbrotsverk í Jugoslavia. Hann sigur í einmæltu niðurstøðuni, at "vissa er fyri, at Falun Gong helst er høvuðskeldan til yrkisgøgn, sum verða fingin til vega undir tvingsli".

- Niðurstøðan vísir, at sera mong fólk uttan grund hava verið fyri ósigandi ræðuligum deyða, og at fleiri eru í vanda fyri somu líðing í hondunum á hesum ómetaliga óndu valdshavarunum í eini av elstu sivilisatiónunum, sum fólk vita um, sigur Sir Geoffrey Nice sambært The Guardian. 

Læknafakligir serfrøðingar, kanningarfólk í mannarættindum og onnur hava latið dómstólinum prógv.

Kinesisku myndugleikarnir fóru undir at jagstra átrúnaðarliga minnilutan Falun Gong í 1993, tí rørslan vaks við tíggjutals milliónum av fólki, og hetta varð hildið at vera hóttan móti kinesiska kommunistaflokkinum.

Í 2014 kunngjørdi Kina, at landið fór at gevast við at taka gøgn til transplantatiónir úr avrættaðum fangum, og hevur annars víst ákærunum frá sær ósannar og politiskar.

Kanningarnevndin sigur í síni niðurstøðu, at bíðitíð eftir yrkisgøgnum í Kina er merkiliga stutt, ofta bara fáar vikur. Kanningarfólk, sum spurdu kinesisk sjúkrahús um gøgn til transplantatiónir, hava áður fingið at vita, at summi stava frá limum í Falun Gong.

Bæði fyrrverandi fangar úr Falun Gong og forfylgda muslimska minnilutanum, Uighur, hava vitnað fyri kanningarnevndini og sagt, at tey vóru fyri áhaldandi heilsukanningum í kinesiskum fongslum.

Jennifer Zeng, sum varð send í arbeiðslegu í eitt ár, greiddi frá, at hon undir fyrstu kanningini segði seg hava hepatitis, sum er ein livrasjúka.

- Aðru ferð blivu vit øll løgd í hondjørn og koyrd á eitt sjúkrahús til meiri neyvari heilsukanning. Tey tóku røntgenmyndir av okkum. Og triðju ferð vórðu blóðroyndir tiknar av okkum í arbeiðsleguni, sigur hon við The Guardian.

Kanningarnevndin metir, at 90.000 transplantatiónir verða gjørdar í Kina árliga. Hetta talið er nógvar ferðir hægri enn almenna talið hjá kinesisku myndugleikunum, skrivar The Guardian. 

Fólk úr øðrum londum fara eisini til Kina eftir nýggjum gøgnum, tó at lond sum Ísrael, Italia, Spania og Taiwan hava sett bann fyri tí.

Kina tvíheldur um, at landið heldur seg til altjóða krøv hjá WHO um samtykki frá teimum, sum lata gøgn. Kina vildi ikki vera partur av kanningarnevndini, skrivar the Guardian.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. mai
Góðan morgun Føroyar
174497
Hósdag 2. mai
Morgunlestur hósdagur 2. mai 2024
174292
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418