Víkingur fremst í fremstu deildini

Víkingur fremst í fremstu deildini
Víkingur er nýtt oddalið í Betri-deildini hjá monnum
Víkingur er nú nummar eitt, men hevur spælt ein dyst fleri enn NSÌ og KÍ.
 
30.06.2019 - 11:55

Víkingur er nýtt oddalið í Betri-deildini hjá monnum.

Víkingur vann í gjár 3-1 á heimavølli móti TB. Adeshina Lawall og Dion Splidt løgdu Víking á odda, Ivan Ivanovic minkaði um munin fyri TB, men Gunnar Vatnhamar staðfesti sigurin hjá Víkingum.

Fríggjakvøldið vann Skála á EB/Streymi á Eiði, og HB vann 5-0 móti AB í Gundadali.

Við hesum hevur Víkingur ota seg fram um NSÍ og KÍ og er á odda fyri 35 stigum fyri 15 dystir. NSÍ og KÍ hava 32 stig við einum dysti færri, B36 hevur 31 stig, somuleiðis fyri 14 dystir, og HB hevur nú 30 stig.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815