Páll á Reynatúgvu: Høgni Hoydal skaðar Tjóðveldi

Páll á Reynatúgvu: Høgni Hoydal skaðar Tjóðveldi
Í eini hvassari viðmerking á facebook leggur Páll á Reynatúgvu eftir Høgna Hoydal og sigur, at hann hevur gjørt skaða á flokkin
Páll á Reynatúgvu er í øðini inn á Høgna Hoydal, nú menningarkvotubýtið er gjørt
Mynd: savnsmynd  
 
02.07.2019 - 16:46

Opið valdsstríð er í Tjóðveldi, nú ársins menningarkvotur eru býttar.

Undir yvirskriftini "Molar til Sandoynna" um menningarkvotubýtið leggur Páll á Reynatúgvu, tingformaður og tingmaður úr Sandoynni eftir Høgna Hoydal, floksformanni og landsstýrismanni í fiskivinnumálum.

- Nú úrslitið - fleiri mánaðir ov seint - verður kunngjørt, er vónbrotið stórt, tí Sandoyggin aftur bert fekk molarnar av Høgnasa borði, skrivar Pàll á Reynatúgvu og leggur ikki fingrarnar ímillum.

Hann endar sítt skriv við orðum, sum neyvan kunnu tulkast øðrvísi enn, at hann bjóðar formanninum í Tjóðveldi av.

- Tann skaði, ið manglandi evnini hjá landsstýrismanninum at avgreiða mál hevur gjørt á okkara einaferð so stolta flokk, er ringur at spáa um. Sandoyar Tjóðveldisfelag hevur heitt á meg um at stilla upp til Løgtingsvalið, og eg havi avgjørt at játta. Flokkurin hevur tørv á eini mótvekt til tað linju, ið verandi leiðsla hevur lagt. Avgreiðslan, og útlutanin av menningarkvotunum, er enn eitt tekin um tað.

 

Býtið av ársins kvotum

Fyrrapartin boðaði Fiskimálaráðið frá, at seks menningarkvotur verða latnar hesaferð, og tær fella í Suðuroynni og í Sandoynni.  
Tey, sum fáa eru hesi:
P/F Thor og P/F Sandoy Seafood fáa 500 tons av makreli og 1.000 tons av sild.
P/F Vørðustíggjur (Eysturbúgvin) fær 500 tons av makreli og 1.000 tons av sild.
P/F North Atlantic Seafood fær 5.500 tons av svartkjafti
P/F TG Fish, P/F Steintór og P/F Jókin fáa 4.711 tons av svartkjafti, 1.259 tons av makreli og 2.000 tons av sild.
P/F Defa fær 1.500 tons av svartkjafti, 500 tons av makreli og 195 tons av sild
P/F Delta Seafood fær 400 tons av makreli og 500 tons av sild.
Øll áramálini eru eitt ár. Tað hevur metingarnevndin mælt til, og landsstýrismaðurin avgjørdi at fylja tilmælinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Leygardag 18. apríl
Vikugesturin: Tá ið trúgvin er alt
207241
Leygardag 18. apríl
Vikan 18. apríl 2026
207239
Leygardag 18. apríl
Morgunlestur leygardagur 18.apríl 2026
207025
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190