Formaðurin í Føroyanevnd ikki valdur í Føroyum

Formaðurin í Føroyanevnd ikki valdur í Føroyum
Thomas Danielsen í flokkinum Venstre er nú formaður í Føroyanevndini hjá fólkatinginum, og Sjúrður Skaale er næstformaður
Nevndirnar eru skipaðar eftir fólkatingsvalið.
 
05.07.2019 - 12:49

Thomas Danielsen í flokkinum Venstre er nú formaður í Føroyanevndini hjá fólkatinginum, og Sjúrður Skaale er næstformaður.

Thomas Danielsen er hálvur føroyingur,  hann er føroyskur í móðurætt.

Grønlandsnevndini eru tær báðar grønlendsku fólkatingskvinnurnar í formansskapinum.

Aki-Mathilda Høegh-Dam er forkvinna og Aaja Chemnitz Larsen er næst-forkvinna í Grønlandsnevndini.

Sjúrður Skaale er eisini í Rættarnevndini og í Uttanríksmálanevndini hjá fólkatinginum.

Og hann er eykalimur í Uttanríkispolitisku nevndini og í Norðurlandaráðnum.

Edmund Joensen er limur í Føroyanevndini og í Uttanríkispolitisku nevndini, nú nevndirnar í fólkatinginum eru mannaðar eftir valið fyri einum mánaða síðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472