Bakkafrost fingið loyvi at fylla grót á sjógv

Bakkafrost fingið loyvi at fylla grót á sjógv
Bakkafrost Farming hevur fingið loyvi frá Umhvørvisstovuni at leggja grót á sjógv á Norðtoftum í Hvannasunds kommunu
Norðtoftir eru í Hvannasunds kommunu
 
23.07.2019 - 11:16

Útfyllingin er 220 metrar long og upp til 40 metrar út úr sjóvarmálanum, út á fimm metra dýpi.

Útfylta økið verður 7.500 fermetrar. Bakkafrost Farming ætlar at fylla út fram við landi vestur úr økinum, har smoltstøðin er.

Talan er um at spreingja eitt øki inn í lendið oman fyri, har útfyllingin verður. Haðani fáast 25.000 rúmmetrar av gróti í føstum máti. 

Eisini skal grót fáast við at víðka grótbrotið í Depli. Her er talan um 32.500 rúmmetrar. Smoltstøð skal byggjast á útfylta økinum.

Flotbyrging tekur plastið

Hóast Umhvørvisstovan ikki krevur árinsmeting í hesum førinum, metir Umhvørvisstovan, at serstakliga plastútlát kann hava týðandi árin á umhvørvið.

Umhvørvisstovan bað tí Bakkafrost Farming um at søkja um umhvørvisgóðkenning. Tað gjørdi Bakkafrost Farming, og felagið hevur nú fingið umhvørvisgóðkenning til útfyllingina á Norðtoftum.

Bakkafrost Farming ætlar at leggja forðing á sjógv, sum skal taka spreingileidningar frá grótinum. Umhvørvisgóðkenningin kann kærast. Kærufreistin er til 21. august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025