Dómur ikki skotin inn fyri Eystara landsrætt

Dómur ikki skotin inn fyri Eystara landsrætt
Dómurin, sum ein 24 ára gamal maður fekk í Føroya rætti fyri neyðtøku, harðskap og fyri at bróta tilhald, verður standandi
 
25.07.2019 - 08:13

Dómurin verður ikki skotin inn fyri Eystara landsrætt, siga verjin og ákærin. Maðurin er dømdur eitt árs fongsul.

Maðurin er dømdur fyri at hava neyðtikið eina kvinnu í einum kliva á Norrønu eina februarnátt í 2017. Men hann er frídømdur fyri eina neyðtøku í einari íbúð í Havn í mars í fjør.

Dømdur fyri harðskap

Maðurin er tó dømdur fyri harðskap móti kvinnuni, hann varð ákærdur fyri at hava neyðtikið í íbúðini.

Og hann er dømdur fyri at senda teirri kvinnuni tvær vinarumbønir á Snapchat, hóast hann hevði fingið løgbann, tilhald, fyri at seta seg í samband við hana.

24 ára gamli maðurin er eisini dømdur at rinda kvinnuni, sum hann er dømdur fyri at hava neyðtikið, 42.000 krónur í endurgjaldi fyri tort og sviða og fyri viðgerð hjá sálarfrøðingi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129