Grønland eigur at seta treytir

Grønland eigur at seta treytir
USA má gera íløgur í Grønlandi, um tey ikki vilja hava Kina at fíggja virksemi í Grønlandi. Tað sigur Aaja Chemnitz Larsen, fólkatingslimur
Aaja Chemnitz Larsen, fólkatingslimur, sigur, at Grønland kann fáa nakað burturúr vitjanini hjá Donald Trump, forseta.
Mynd: Kaj Joensen  
 
04.08.2019 - 18:30

Fundurin við Donald Trump, forseta í USA, eigur ikki bert at snúgva seg um trygdarpolitik, men eisini um íløgur í Grønlandi. Tað sigur Aaja Chemnitz Larsen, fólkatingslimur. 

Aaja Chemnitz Larsen, úr grønlendska flokkinum IA, heldur tað vera ógvuliga vera ógvuliga áhugavert, at Grønland og Arktis fáa so stóra rúmd á fundinum millum Donald Trump og Mette Frederiksen, forsætisráðharra, um ein góðan mánað. 

Á fundinum luttaka eisini Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Kim Kielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, har eitt av evninum á fundinum er Arktis og trygdarpolitikkur. 

- Eg vænti ikki, at Donald Trump fer at lurta eftir grønlendskum sjónarmiðum, men at hann vil hava, at tað verður lurtað eftir honum, sigur Aaja Chemnitz Larsen við P1 hjá Danmarks Radio.

Brúk fyri útlendskum íløgum

Tað er tó umráðandi fyri Grønland, at tey verða hoyrd, áðrenn USA fer undir nakað nýtt virksemi í Grønlandi, sigur hon. 

Eisini er tað umráðandi fyri grønlendsku stjórnina at vita, hvønn flogvøll USA ætlar at gera íløgur í. Tað er komið fram, at USA ætlar at fíggja ein flogvøll, men enn er ikki greitt, hvønn flogvøll talan er um. 

Kina ætlar at gera fleiri íløgur í Grønlandi. Danskir miðlar skriva, at fleiri eygleiðarar halda, at USA ætlar at steðga hesum. 

- Um USA heldur, at vit eiga at siga nei til íløgur úr Kina, so má USA sjálvt gera íløgur í Grønlandi. Grønlendski búskapurin gerst bert sterkari, um fleiri uttanfyri landoddarnar gera íløgur í Grønlandi. Tí eiga vit ikki at útiloka nakran, sigur Aaja Chemnitz Larsen. 

Vanlig mannagongd

Jon Rahbek-Clemmensen, lektari á forsvarsakademinum, heldur tað vera í tráð við amerikanskan uttanríkispolitik, at lond krevja okkurt afturfyri, at USA brúkar økið hjá teimum.

- USA roynir at tryggja síni hernaðarligu áhugamál við at geva grønlendingum okkurt afturfyri. Seinasta árið hava vit sæð eina røð av átøkum, har USA hevur roynt at víst á, at grønlendingar kunnu fáa nakað burturúr, sigur Jon Rahbek-Clemmensen við P1.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. apríl
Eftir sjey feit ár (4:4)
207658
Týsdag 28. apríl
Flaggdagshald 2026
207663
Týsdag 28. apríl
Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið
207660
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533