- Tíðindi, mentan og ítróttur
Amnesty: Ferðafólk mugu ansa sær
Amnesty: Ferðafólk mugu ansa sær
Amnesty International heitir nú á ferðafólk, sum ferðast í USA, um at vera varin eftir tveir skottilburður í seinastuni

08.08.2019 - 16:38
– Landið verjir ikki rættin hjá fólki at ferðast trygt, í mum til hvørji ferðafólkini eru, sigur Ernest Coverson, trygdarleiðari hjá Amnesty við ABC News.
Trygdarleiðarin hjá Amnesty mælir fólki til at halda seg burtur frá eitt nú átrúnaðarligum festivalum, skúlum og størri handilsmiðstøðum.
Ernest Coverson sigur at viðurskifti sum ætt, fólkaslag, heimland og kynsligur samleiki kunnu hava við sær, at tey ferðandi verða fyri óneyðugum yvirgangi í USA.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























