Stórdystur í Klaksvík

Stórdystur í Klaksvík
Bæði KÍ og Víkingur hava 35 stig undan dystinum í kvøld, liðini eru ávikavist nummar eitt og trý
 
09.08.2019 - 16:07

Stórdystur verður í Djúpumýru í Klaksvík í kvøld, tá KÍ og Víkingur bresta saman. Bæði liðini hava 35 stig, heimaliðið KÍ hevur tó spælt tveir dystir færri enn Víkingur.

Liðini hittust í Gøtu í øðrum leikumfari tann 17. mars, tá endaði tað við javnleiki 2-2. Tá komu øll málini í seinna hálvleiki.

Sølvi Vatnhamar og Heðin Hansen gjørdu málini fyri Víking, Jóannes Bjartalíð og Deni Pavlovic skoraðu fyri KÍ. Pavlovic verður ikki við í kvøld, tí hann er leikbannaður í seks dystir.

Hinir dystirnir í 18. leikumfari verða spældir sunnudagin. Útvarpið sigur frá dystinum millum KÍ og Víking  eftir tíðindasendingina klokkan 18.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107