Íslendingar í neyð av grind

Íslendingar í neyð av grind
Hesa seinastu tíðina er grind farin at svimja upp á land í Íslandi
 
13.08.2019 - 07:43

Hetta, at grind er farin at gera sjálvbodna landgongd, hevur fingið íslendsku matvørumyndugleikarnar at gera vart við føroyska tilmælið um at eta sum minst av tvøsti og spiki.

Íslendsku matvørumyndugleikarnir hava spurt Heilsufrøðiligu starvsstovuna og haðani eru ráðini tey, at vaksin fólk eiga at eta tvøst og spik í mesta lagi eina ferð um mánaðin.

Tá er roknað við 250 grammum av tvøsti og 50 grammum av spiki. Tí kyksilvur, dioxin og PCB, sum líkist dioxini, eru í grind. Íslendingar eta ikki grind, men føroyingar, sum búgva í Íslandi, hava onkuntíð skorið upp grind har.

Myndugleikarnir fingið fyrispurningar

Føroysku ráðini, sum nú eisini eru galdandi í Íslandi, eru eisini tey, at kvinnur, sum ætla sær at gerast við barn næstu tríggjar mánaðirnar, sum eru við barn ella hava bróstabarn, eiga ikki at eta tvøst.

Og kvinnur, sum ætla sær at fáa børn, eiga als ikki at eta spik. Mælt verður frá yvirhøvur at eta livur ella nýru úr grind.

Matvørumyndugleikarnir í Íslandi gera vart við hesi ráðini nú, tí teir hava fingið fyrispurningar um grind kann etast, nú hvalir gera landgongd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV