Trump avlýst vitjan í Póllandi

Trump avlýst vitjan í Póllandi
Amerikanski forsetin avlýsir vitjanina, tí ódnarveður hóttir Florida
Amerikanski forsetin, Donald Trump, sum skuldi vitja í Póllandi um vikuskiftið, hevur avlýst ferðina
 
30.08.2019 - 08:53

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sum skuldi vitja í Póllandi um vikuskiftið, hevur avlýst ferðina. Orsøkina sigur hann vera ódnin Dorian, sum hóttir Florida, skrivar Ritzau.

Ódnin kemur inn yvir statin mánamorgunin, og guvernørurin í Florida hevur lýst undantaksstøðu í statinum, og hevur biðið fólk um at keypa mat undir seg, so tey hava nóg mikið til eina viku.

Varaforsetin fer ístaðin

Mett verður, at Florida kann hava avgerandi týdning í amerikanska forsetavalinum, sum verður næsta ár, og tí ynskir forsetin at vera heima, tá ódnin tekur land.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, boðaði frá, at ístaðin fer varaforsetin, Mike Pence, á vitjan í Póllandi. Hetta er aðru ferð, at Donald Trump avlýsir eina vitjan.

Herfyri avlýsti Trump eina vitjan í Danmark fyrst í næstu viku, tí Mette Frederiksen ikki vildi umrøða spurningin, at lata USA keypa Grønland. Tá legði hann aftrat, at ferðin til Danmarkar var útsett.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325