Bretland og Suðurkorea gjørt fríhandilsavtalu

Bretland og Suðurkorea gjørt fríhandilsavtalu
Nýggja fríhandilsavtalan skal forða fyri, at órógv kemur í handilsviðurskiftini ímillum londini eftir brexit
Bretland og Suðurkorea hava skrivað undir eina fríhandilsavtalu sum skal koma í gildi tá Bretland fer úr ES 31. oktober
 
30.08.2019 - 11:02

Bretland og Suðurkorea hava skrivað undir eina fríhandilsavtalu sum skal koma í gildi tá Bretland fer úr ES 31. oktober, skrivar tíðindastovan Ritzau.

Ein talsmaður fyri bretska uttanríkisráðið sigur við Reuters, at avtalan verður tann sama, sum Suðurkorea nú hevur við ES. Avtalan skal forða fyri, at órógv kemur í handilsviðurskiftini ímillum londini eftir brexit.

Bretland hevur seinastu tíðina roynt at fáa líknandi avtalur við onnur lond, sum londini hava við ES. Nývaldi bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, hevur svorið, at bretar fara úr ES 31. oktober, uttan mun til um nøkur avtala er gjørd.

Talsmaðurin fyri bretska uttanríkisráðið sigur, at avtalan hevur eitt virði uppá 726 milliardir krónur. Ein talsmaður fyri suðurkoreansku stjórnina sigur, at avtalan skal forða fyri óvissu eftir brexit.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655