ES-nevndin tilnevnd

ES-nevndin tilnevnd
Nýggja forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, kunngjørdi í dag limirnar í ES-nevndini, sum tekur við í heyst
 
10.09.2019 - 15:34

26 nevndarlimir, ein úr hvørjum ES-landi, eru tilnevndir. Bretland fær ongan nevndarsess, tí bretar eru á veg úr evropeiska samveldinum.

Margrethe Vestager úr Danmark, sum hevur verið ES-nevndarlimur í kappingarmálum, verður næstforkvinna í ES-nevndini. Hennara málsøki verður talgilda menningin.

Tríggir næstformenn í ES-nevndini

Margrethe Vestager heldur eisini fram sum ES-nevndarlimur í kappingarmálum. 

Michel Barnier, sum var ES-nevndarlimur seinasta valskeið, fer framvegis at standa á odda fyri samskiftinum við Bretland um ES.

Tríggir næstformenn eru í ES-nevndini. Niðurlendingurin, Frans Timmermans, er fyrsti næstformaður, og berst forkvinnuni, Ursulu von der Leyen, frá, røkir hann formanssessin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537