Sendistova bumbað á 9/11-ársdegnum

Sendistova bumbað á 9/11-ársdegnum
Ein rakett brast nærindis amerikansku sendistovuni í afghanska høvuðsstaðnum Kabul stutt eftir midnátt
Eingin fekk skaða, tá ein rakett brast nærindis amerikansku sendistovuni í Kabul í nátt
Mynd: AP  
 
11.09.2019 - 07:40

Á sjálvum ársdegnum fyri atsóknina at fleiri málum í USA 11. september í 2001, sum kravdu fleiri túsund mannalív, brast ein rakett nærindis amerikansku sendistovuni í afghanska høvuðsstaðnum Kabul.

Embætisfólk á sendistovuni siga, at einki fólk fekk skaða. Ein NATO-eind, sum hevur støð nærindis sendistovuni, sigur, at ein múrur kring sendistovuna hevur fingið skaða.

Vónir um eina friðaravtalu

Hetta er fyrsta álopið í Kabul, síðani amerikanski forsetin, Donald Trump, um vikuskiftið brádliga avlýsti ein toppfund við samráðingarfólk í Taliban-rørsluni.

Seinastu árini hava samráðingar verið millum USA og Taliban. Serligi amerikanski sendimaðurin í Afganistan hevði vónir um, at ein friðaravtala fekst í lag í hesum árinum.

Amerikanskir hermenn hava verið í Afganistan síðani innrásina í 2001. Eftir innrásina varð Taliban-stýrið koyrt frá. Taliban hýsti Osama bin Laden, leiðaran í al-Qaeda, sum stóð á odda fyri atsóknunum í USA 11. september í 2001.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715