Givin eftir ósemju um støðuna hjá USA

Givin eftir ósemju um støðuna hjá USA
Amerikanski forsetin má seta nýggjan trygdarráðgeva eftir at John Bolton er sagdur úr starvi
Donald Trump, forseti, og trygdarráðgevi hansara, John Bolton, vóru rúkandi ósamdir um, hvørja støðu USA skal hava mótvegis Norðurkorea og Iran
 
11.09.2019 - 12:27

Donald Trump, forseti, og trygdarráðgevi hansara, John Bolton, vóru rúkandi ósamdir um, hvørja støðu USA skal hava mótvegis Norðurkorea og Iran. Bolton varð eisini lagdur undir ikki at sýna forsetanum trúskap.

Tað sigur Lillian Gjerulf Kretz, tíðindakvinna hjá danska kringvarpinum í USA. John Bolton varð í gjár koyrdur frá sum trygdarráðgevi.

Hvítu húsini hava eftir øllum at døma havt illgruna um, at Bolton lak upplýsingar til pressuna, um at hann og Mike Pompeo, uttanríkisráðharri, draga eina línu í spurninginum um, at USA skal ikki samráðast við Taleban-felagsskapin í Afganistan.

Bolton mist ávirkan seinastu tíðina

Tað er ikki satt, tí tvørturímóti hevur Mike Pompeo strongt á at fáa samráðingar við Taleban. Greinarar siga, at John Bolton hevur mist ávirkan í Hvitu húsunum seinastu tíðina, og eftir øllum at døma var málið um Taleban tað, sum gjørdi, at nú var ovboðið.

Ætlanin var, at leiðarin í Taleban skuldi koma til USA at samráðast við Donald Trump fáar dagar fyri ársdagin fyri atsóknirnar at fleiri málum í USA í 2011, tá fleiri túsund fólk lótu lív.

Í dag eru liðin 18 ár, síðani atsóknin varð framd. John Bolton mælti staðiliga frá at samráðast við Taleban, og samráðngarnar vórðu avlýstar eftir eitt álop, sum kostaði einum amerikanskum hermanni lívið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595