Rækju-ævintýrið kanska liðugt

Rækju-ævintýrið kanska liðugt
Grønlendska landsstýrið fyrireikar seg til, at fáa færri inntøkur frá rækjuvinnuni
 
18.09.2019 - 16:33

Nevndarformaðurin í Polar Seafood, Henrik Leth, hevur sagt, at rækjuprísurin er fallin eini 10 prosent síðani í apríl, og at tað fer at ávirka inntøkurnar hjá landskassanum munandi.

Henrik Leth sigur, at sum útlitini eru, er vandi fyri, at landskassin fer at missa einar 50 milliónir krónur í avgjaldi á rækju. Haraftrat minkar skattainntøkan, tí hýrurnar minka eisini, sigur formaðurin í Polar Seafood.

Skrivstovustjórin í fíggjarmálaráðnum í Grønlandi, Nikolai Christensen, sigur við Sermitsiaq, at lagt verður upp fyri, at rækjuprísurin lækkar, í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár.

Men hann heldur, at tað er ov tíðliga at siga, at inntøkurnar fara at minka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040