Netanyahu fær »nei« til savningarstjórn

Netanyahu fær »nei« til savningarstjórn
Leiðarin fyri andstøðuni í Ísrael, Benny Gantz, sigur í dag, at hann er tilreiðar at skipa samgongustjórn við sær sum forsætisráðharra
 
19.09.2019 - 15:43

Flokkurin hjá honum, Blátt og Hvítt, sigur, at núverandi forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, skal sleppa øllum vónum um at gerast leiðari fyri eini breiðari stjórn.

Netanyahu skeyt fyrr í dag upp at skipa breiða savningarstjórn við Likud og flokkinum hjá Benny Gantz, Blátt og Hvítt, og við sær sum forsætisráðharra. 

Men leiðarin fyri flokkinum, Blátt og Hvítt, Moshe Yaalon, vil ikki í samgongu við Netanyahu sum leiðara. Valið týsdagin endaði javnt millum báðar flokkarnar. 

Skuldsettur fyri mutur

Benjamin Netanyahu stríðist fyri politiskt at yvirliva. Um fáar vikur verður hann væntandi skuldsettur fyri mutur. 

Ísraelskir miðlar hava skrivað nógv um, at fyrsta málið hjá honum er at skipa meirilutastjórn, sum kann geva honum politiskt órin móti skuldsetingunum.

Gantz hevur fyrr sagt, at hann vil samstarva við Likud í eini savningarstjórn, men tað skal verða uttan Netanyahu, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952