Ávara framvegis ímóti Kina

Ávara framvegis ímóti Kina
Danskir myndugleikar ávara framvegis Grønland ímóti at loyvi kinesarum at sleppa at gera íløgur í landinum
 
20.09.2019 - 07:52

Hóast ætlanin hjá Kina at sleppa at byggja nýggju floghavnirnar í Grønlandi varð av ongum, ávara danskir myndugleikar framvegis Grønland ímóti at loyvi kinesarum at sleppa at gera íløgur í landinum.

Fregnartænastan hjá donsku verjuni sigur í ársfrágreiðing síni, at sjálvstýrismyndugleikarnir og privat feløg í Grønlandi eiga at hugsa seg væl um, áðrenn tey taka ímóti tilboðum úr Kina, sigur grønlendska kringvarpið, KNR. 

Settu 1,6 milliardir í felag

Málið um floghavnirnar endaði við, at danskir myndugleikar komu upp í verkætlanina, so grønlendskir myndugleikar sluppu undan at leita eftir stórum útlendskum íleggjarum, millum annað í Kina.

Endin varð, at danskin staturin setti 1,6 milliardir krónur í felagið, sum skal byggja nýggju altjóða floghavnirnar í Nuuk og Ilulissat, og í menningarátøk í Grønlandi. 

 >> SÍ EISINI Kina brúkar Grønland at sleppa framat Arktis

Í 2016 avgjørdi danska stjórnin at lata flotastøðina í Grønnedal uppaftur, eftir at eitt kinesiskt felag hevði víst áhuga fyri at keypa ognirnar hjá verjuni í Grønnedal.

Hóast Kina ikki slapp upp í part tá, ávarar fregnartænastan hjá donsku verjuni framvegis ímóti, at Kina fær fótin fastan í Grønlandi.

Kinesiska stjórnin hugsar langt fram í tíðina, tí hon vónar fáa atgongd til Arktis, bæði tá ið ræður um sjóvegis rutur og ríkidømi har, hóast Kina ikki er ein arktisk tjóð, stendur í frágreiðingini frá fregnartænastuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201