Trump vavdur upp í mál um varskógvara

Trump vavdur upp í mál um varskógvara
Løgmálaráðið í USA verður nú lagt undir ikki at hava latið týdningarmiklar upplýsingar frá einum varskógvara um Donald Trump, forseta, víðari
 
20.09.2019 - 08:36

Formaðurin í fregnartænastunevndini í umboðsmannatinginum, Adam Schiff, leggur løgmálaráðið undir at hava forðað fyri, at embætisfólk í fregnartænastuni kundu bera ein ákæru frá einum varskógvara víðari til kongressina um eitt møguligt samskifti millum Trump og ein útlendskan leiðara.

Varskógvarin segði, at Trump hevði givið útlendska leiðaranum eitt lyfti, men einki verður sagt um, hvat málið snýr seg um. Washington Post bar tíðindi um málið mikudagin. Forsetin vísir skuldsetingunum aftur og sigur, at talan er um falstíðindi, fake news.

Tá eg tosi í telefon við ein útlendskan leiðara, veit eg, at nógvar fregnartænastur lurta. Er nakar so býttur at halda, at eg fari at siga okkurt óhóskandi við ein útlendskan leiðara, tá eg veit, at nógv ferðsla er á telefonlinjuni, skrivar Donald Trump á Twitter.

Fingu ákærurna 9. september

Á fundinum í fregnartænastunevndini í gjár segði ein umboðsmaður fyri fregnartænasturnar, Micheal Atkinson, at hann fekk ákæruna frá varskógvaranum 9. september. 

Hann helt, at hald var í skuldsetingunum, og at málið hevði skund, men fregnartænastuleiðarin, Joseph Maguire, helt ikki, at upplýsingarnar høvdu so stóran týdning, at tær áttu at verða lagdar fyri kongressina.

Atkinson sigur, at Maguire seinni tosaði við løgmálaráðið, og hann mælti frá, at upplýsingarnar frá varskógvaranum vórðu sendar víðari til kongressina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444