Hóast ósemju: Flokkurin stuðlar Corbyn í brexit

Hóast ósemju: Flokkurin stuðlar Corbyn í brexit
Fleiri flokslimir í Labour mæla til, at Bretland skal verða verandi í ES. Formaðurin í flokkinum heldur seg neutralan
Jeremy Corbyn, leiðari í Labour-flokkinum, vil bíða, til val verður aftur í Bretlandi, og síðani taka støðu til spurningin um ES
 
24.09.2019 - 08:43

Størsti andstøduflokkurin í Bretlandi, Labour, hevdi floksfund í gjár, har støda millum annað skuldi takast til spurningin, hvørja strategi, flokkurin skal velja viðvíkjandi brexit; ein spurningur, sum stór ósemja er um innanhýsis í flokkinum. 

Fleiri limir í Labour mæla til, at flokkurin skal stríðast fyri, at Bretland verður verðandi í ES, men formaðurin í flokkinum, Jeremy Corbyn, hevur hildið seg neutralan. 

Ávísur ivi um atkvøðugreiðsluna

Corbyn vil bíða, til val verður aftur í Bretlandi, og síðani taka støðu til spurningin um ES. Á floksfundinum í Brighton í gjár vann vongurin hjá Corbyn, hóast ivi var um atkvøðugreiðsluna.

Limirnir í Labour atkvøddu í móti uppskotinum um, at arbeiða fyri nýggjari fólkaatkvøðu og skipa átøk fyri at Bretland skal verða í ES.

Labour, sum í skjótt 10 ár ikki hevur sitið í stjórn, vónar, at kunna brúka ruðuleikan um brexit til egnan fyrimun á valinum, sum kann verða seinni í ár. 

Skjýtur upp fólkaatkvøðu

Varna linjan hjá Corbyn er grundað á eisini at taka atlit at veljarunum, sum atkvøddu fyri brexit. Málið hjá Corbyn er í fyrstu atløgu at vinna valið, og síðani at samráðast um nýggja skilnaðaravtalu við ES.

Og eftir tað skjýtur Jeremy Corbyn upp, at fólkaatkvøða verður, har fólkið skal velja millum skilnaðaravtaluna hjá Labour ella at verða verandi í ES.

Corbyn sjálvur hevur sjálvur ikki alment sagt, hvørja støðu hann hevur til hesar báðar spurningarnar. Bretland fer eftir ætlan úr ES 31. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533