Hevði ikki neyðugu heimildina

Hevði ikki neyðugu heimildina
Tað var í stríð við lógina, tá Boris Johnson fyri skjótt trimum vikum síðani sendi parlamentið í Bretlandi til hús
 
24.09.2019 - 11:51

Tað er niðurstøðan hjá hægstarætti í Bretlandi, ið stutt fyri døgurða okkara tíð kom við síni niðurstøðu í málinum, hvørt Boris Johnson hevði heimild at senda tingið til hús.

Hægstirættur í Stórabretlandi dømdi fyri løtu síðan, at Boris Johnson, forsætisráðharri, handlaði uttan lógarheimild, tá hann sendi tingið til hús fyrst í hesum mánaðinum.

Tað var tann 8. september, at bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, fekk heimild frá drotningini í Bretlandi, at senda parlamentið í landinum til hús.

Fleiri parlamentslimir, bæði í andstøðuni og í Konservativa flokkinum, mótmæltu, at parlamentið varð sent til hús fáar dagar eftir, at tingsetan byrjaði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040