Sendir parlamentið heim - aftur

Sendir parlamentið heim - aftur
Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, fer at heita á bretsku Elisabeth drotning um at senda tingið til hús fyri aðru ferð
Í fráboðan frá Downing Street 10 stendur, at Johnson nú mælir drotningini til at senda parlamentið til hús 8. oktober
 
03.10.2019 - 09:36

Tað er minni enn ein vika síðani Hægstirættur einmælt staðfesti, at tað var ólógligt, tá Boris Johnson sendi tingið til hús, og John Bercow, tingformaður, kallaði tí tingið saman aftur. 

Í fráboðan frá Downing Street 10 stendur, at Johnson nú mælir drotningini til at senda parlamentið til hús 8. oktober, og kalla tað saman aftur 14. oktober, tá Boris Johnson fer at halda setanarrøðu.

Mótstøðan helst minni nú

Boris Johnson fer neyvan at fáa somu mótstøðu og vreiði upp í fólki hesa ferð, tí steðgurin, sum hann mælir til, nú er nógv styttri og í takt við gongdina, tá nýggj stjórn skal kunngerða um politisku ætlanir sínar. 

Í veruleikanum fella bara tveir tingdagar - 9. og 10. oktober, burtur, um drotningin eftirlíkar Borisi Johnson. Hann tvíheldur um, at Bretland fer úr ES 31. oktober, sama um avtala fæst í lag ella ikki.

Tað gjørdi Boris Johnson greitt, tá hann helt røðu á landsfundinum í konservativa flokkinum í Manchester í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. apríl
Credo :C.S.Lewis 3:3
207519
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533