Fleiri deyð í álopum

Fleiri deyð í álopum
Turkiska verjumálaráðið upplýsir í dag, at turkiskar deildir í gjár lupu á 181 hernaðarlig mál í landnyrðingspartinum í Sýria
Á myndini, sum er tikin turkisku megin markið millum Turkaland og Sýria, í Akcakale, í landsynningspartinum í Turkalandi, roykur frá álopum, sum vórðu framd mikudagin
Mynd: AP  
 
10.10.2019 - 11:53

– Luftdeildirnar og aðrar deildir hava rakt 181 støðir hjá yvirgangsfelagsskapum, skrivar turkiska verjumálaráðið.

Turkaland vil við álopunum gera ein 30 kilometrar djúpan geira og 480 kilometrar langan tryggan geira í Sýria framvið markinum til Turkaland. 

Endamálið er at reinsa økið fyri tað, sum turkarar siga eru yvirgangsfólk hjá kurdiska uppreistrarfelagsskapinum, YPG, og síðani senda fleiri milliónir sýrisk flóttafólk heimaftur til Sýria.

USA stuðlar ikki innrás 

Avgerðin hjá Donaldi Trump, forseta USA, um at taka amerikansku deildirnar úr Norðursýria, gjørdi, at tað bar til hjá Turkalandi at leypa á kurdar, sum annars hava hjálp USA og Vesturheiminum at berja niður IS í Sýria.

Men amerikanski forsetin sigur, at USA stuðlar ikki turkisku innrásini móti kurdiskum bólkum, sum hava valdið í einum stórum øki í Sýria.

Ein kurdisk deild í Norður-Sýria segði í gjárkvøldið, at fimm sivilfólk og tríggir kurdiskir hermenn hava latið lív í turkisku bumbuálopunum í økinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952