Einki krav í løtuni um fólkaatkvøðu

Einki krav í løtuni um fólkaatkvøðu
Demokratarnir í USA fara ikki, sum er, at skipa fyri einari atkvøðugreiðslu, um at fara undir eitt ríkisrættarmál móti Donald Trump, forseta
 
16.10.2019 - 15:56

Tað sigur forkvinnan í umboðsmannatinginum, demokraturin Nancy Pelosi. Hon sigur, at einki krav er í løtuni um at hava fólkaatkvøðu.

Meirilutin í umboðsmannatinginum fór í september undir eina tilgongd um ríkisrættarmál móti forsetanum, eftir at Donald Trump hevði biðið ukrainska forsetan, Zelinskij, um at leita fram upplýsingar, sum kundu dálka fyrrverandi amerikanska varaforsetan, Joe Biden, sum roynir at gerast forsetavalevni hjá demokratunum næsta ár.

Sýta fyri at samstarva

Kanningin byrjar ikki, fyrr enn ein meiriluti í umboðsmannatinginum góðkennir eina kanningarnevnd. Hvítu húsini hava higartil sýtt fyri at samstarva í tilgongdini at fara undir ríkisrættarmál.

Nú hava bæði varaforsetin, Mike Pence, og advokaturin hjá Trump, forseta, Rudy Giuliani, sum hevur havt samrøður við ukrainsk embætisfólk, boðað frá, at teir fara heldur ikki at samstarva við Kongressina. 

Amerikanska verjumálaráðið, Pentagon, hevur eisini drálað við at útflýggja skjøl, sum demokratarnir í Kongressini hava biðið um innlit í.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053