Auður til Havnar

Auður til Havnar
Seinnapartin í dag kemur íslendski árabáturin Auður til Havnar
Íslendski árabáturin, Auður, kemur ætlandi til Havnar í dag.
 
31.07.2013 - 09:33

Fýra íslendingar hava sett sær fyri at rógva úr Norra til Kanada.

 

Teir komu til Porkeris úr Orknoyggjunum fyri einari viku síðani, og í gjár róðu teir haðani til Skálavíkar. Og í dag klokkan hálvgum trý ætla teir sær at vera í Havn.

 

Úr Føroyum rógva teir til Íslands. Og næsta ár ætla teir at rógva til Grønlands og Kanada.

 

Ferðin hjá teimum byrjaði í Norra norska tjóðardagin 17. mai. Teir fýra ætla sær at sleppa í bókina hjá Guinness við heimsmetum. Tað metið verður at rógva úr Norra til Kanada.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659