Berlusconi stuðlar landsins leiðslu

Berlusconi stuðlar landsins leiðslu
Í Italia hevur Silvio Berlusconi sagt, at hann fer at stuðla stjórnini
Silvio Berlusconi sigur seg stuðla italsku stjórnina.
 
05.08.2013 - 09:50

Silvio Berlusconi sigur, at stjórnin skal halda fram hóast álvarsligir spennningar hava verið – ikki minst eftir at hægstirættur her fyri staðfesti dómin móti honum fyri skattasvik

Hildið varð, at dómurin kundi fella stjórnina hjá Enrico Lettas, sum bara hevur sitið í tríggjar mánaðir. Men hesum vísti Berlusconi aftur, tá hann tosaði við eini 2000 viðhaldsfólk, sum í gjár vóru savnað uttan fyri heim hansara í Róm. Tey mótmæltu hægstarættardómin.

- Tað, sum drívir verkið eru ikki persónligu áhugamál okkara. Áhugamál hjá øðrum og hjá Italia koma altíð í fyrstu røð, segði Berlusconi. Hann legði dent á, at nýval liggur ikki fremst í huganum hjá honum.

Hann endurtók krøvini hjá sær frá fyrr, nevniliga at góðkenna búskaparligu nýskipanirnar, sum undanfarna stjórnin varð samd um at fremja.

Berlusconi vísti kortini sína ónøgd við dómin, og segði við viðhaldsfólkini, at hann er ósekur.

Hann varð dømdur fýra ára fongsul, har eitt ár var treytaleyst. Men hann sleppur ivaleyst undan at fara í fongsul í eitt ár, tí skal í staðin gera eitt samfelagsgagnligt (samfelagstænastu) ella sita í húsavarðhaldi.

Umframt skattasvik er Berlusconi ákærdur fyri at havt kynsligt samband við blaðunga skøkju, valdsmisnýtslu sum forsætisráðharri og fyri at leka politiavlurting fyri at vinna einum politisku møtustøðumanni neisir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. desember
Nýggjár á Quiztinum 2025
202062
Mikudag 31. desember
PLÁTUPANELIÐ #035 (Árið, ið fer 2025)
202112
Mikudag 31. desember
Morgunlestur mikudagur 31.desember 2025
201927
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 31. desember
Gott nýggjár 2025
202129
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854
Mikudag 31. desember
Nýggjársrøða løgmans 2025
202128