Ísrael letur 26 palestinskar fangar leysar

Ísrael letur 26 palestinskar fangar leysar
Ísrael fer næstu dagarnar at lata 26 palestinskar fangar leysar. Hetta er partur av avtaluni, sum hevur til endamáls at birta lív í aftur friðarsamráðingarnar millum ísraelar og palestinar
Fegnir leyslatnir palestinskir fangar í 2008.
Mynd: AP  
 
12.08.2013 - 09:28

Vandi er kortini fyri, at samráðingarnar detta niðurfyri, áðrenn tær eru byrjaðar. Tí í gjár kunngjørdi ísraelska stjórnin, at hon hevur givið loyvi til 1000 búsetingar afturat á hersetta vestara áarbakka.

Partarnir høvdu sín fyrsta fund 30. juni, og hava avtalað at hittast aftur mikudagin.

Onki at samráðast um
Palestinski forsetin, Mamhmoud Abbas, sigur, at einki er at samráðast um, heldur Ísrael fram við búsetingarpolitikki sínum.

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur sagt, at 104 palestinskir fangar verða latnir leysir í fleiri umførum, til tess at fáa gongd á aftur friðarsamráðingarnar.

Meiri enn ein hálv millión jødar búgva á vestara áarbakka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770