- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fáa innlit í tunnilssáttmálan hjá advokatinum
Tingfólk, sum vilja síggja uppskotið um sáttmála millum Copenhagen Infrastucture Partners og Innlendismálaráðið, skulu venda sær til advokatin hjá Copenhagen Infrastructure Partners, Inga Højgaard, á skrivstovuni hjá Advokatfelagnum Yviri við Strond í Havn.
Ingi Højgaard vil einki siga um, hvussu mannagongdin er, ella, um nakað tingfólk hevur tikið av tilboðnum at sleppa at síggja sáttmálan í trúnaði. Eisini tað er í trúnaði, sigur hann.
Longu vorðið alment
Danska felagið Copenhagen Infrastructure Partners vil hava, at sáttmálin er loyniligur.
Men sum skilst er tað mesta, sum stendur í sáttmálanum, longu vorðið alment. Kortini heldur danska íløgufelagið fast um, at sáttmálin er loyniligur.
Hvørki Innlendismálaráðið ella landsstýrismaðurin hava kravt, at sáttmálin er loyniligur.
Fáa ikki brúkt innlitið
Tingfólk vísa á, at hóast tey síggja sáttmálan, fáa tey ikki brúkt tað til so nógv, tí tey skulu skriva undir, at tey hava sæð sáttmálan í trúnaði.
Tingfundir eru almennir, og tað er álitið hjá Rættarnevndini eisini, tí kunnu løgtingsfólk ikki brúka tað, sum tey síggja í sáttmálanum, hvørki í orðaskiftinum á tingi ella í álitinum hjá Rættarnevndini.
Verður lógarbroytingin hjá Kára P. Højgaard ikki samtykt í næstu viku, kostar tað Innlendismálaráðnum eina millión krónur, tí so verður sáttmálin við Copenhagen Infrastructure Partners ikki undirskrivaður fyri 1.september, og tað skal felagið hava endurgjald fyri.