Harðir bardagar í Damaskus

Harðir bardagar í Damaskus
Sýriski herurin hevur í morgun framt álop á støð uttanfyri Damaskus, har uppreistrarfólk hava valdið
Sýriski herurin hevur fyrrapartin í dag lopið á uppreistrardeildir í útjagaranum av Damaskus.
 
22.08.2013 - 09:54

Rakettir og granatir vórðu skotnar inn yvir býarpartarnar Jobar og Zamalka, og aðrar býarpartar.

Sambært uppreistrardeildini lótu fleiri hundrað fólk lív í bumbuálopum frá stjórnarherinum ígjár.

Sagt verður, at millum 500 og 1300 fólk lótu lív mikudagin í álopinum á Ghouta nærindis høvuðsstaðnum.

Sambært Fadi al Shami, hermanni í sýriska frælsisherinum, nærkast uppreistrarhermenn býunum Jobar og Zamalka.

Hann sigur, at fyrimunurin við at vera nærindis stjórnarherinum er, at so er vandi fyri gassálopum minni.

ST trygdarráðið var saman á fundi í gjárkvøldið fyri at viðgerða uppáhaldið um, at Bashar al Assad hevur brúkt eiturgass móti uppreistrarfólkum mikunáttina.

35 lond - teirra millum USA, Bretland og Frakland, hava mælti til, at eitt ST-lið skal kanna, um lívfrøðilig vápn verða nýtt í blóðuga stríðnum í Sýria.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114