Fyrrverandi týskur forseti fyri rættin

Fyrrverandi týskur forseti fyri rættin
Statsákærin í Hannover skuldsetti í apríl fyrrverandi forsetan fyri svik, og dómstólurin hevur nú gjørt av at viðgera málið
Christian Wulff, fyrrverandi týskur forseti, kemur nú fyri rættin
 
01.09.2013 - 10:11

Ein dómstólur í Hannover hevur gjørt av, at fyrrverandi forsetin í landinum, Christian Wulff, skal fyri rættin. Hann er ákærdur fyri svik, skriva týskir miðlar.

Statsákærin í Hannover skuldsetti í apríl fyrrverandi forsetan fyri svik, og dómstólurin hevur nú gjørt av at viðgera málið. Ákærumyndugleikin helt tá, at Christian Wulff, í síni tíð sum forsætisráðharri í Niedersachsen fekk fyrimunir av vinarlagnum við ríkmannin, David Groenewold, umframt at hann fekk húsalán við serliga góðum treytum.

Havnaðu tilboði um semju

Groenewold bjóðaði m.a. fyrrverandi forsetanum ferðir, sum hann rindaði fyri. Í apríl havnaðu teir báðir einum tilboði frá statsákæranum um semju. Hetta er fyrstu ferð, at ein fyrrverandi týskur forseti er ákærdur fyri svik. Tá Wulff í vár legði frá sær sum forseti, tók fyrrverandi eysturtýski presturin, Joachim Gauck, við forsetaembætinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114