Leggja Havsbrún undir at undirbjóða fiskamjøl

Leggja Havsbrún undir at undirbjóða fiskamjøl
Stjórin á donskum uppsjóvarvirki sigur, at føroyska fiskamjølið ger, at prísurin í Evropa er lækkaður tíggju prosent, men Havsbrún sigur, at selt verður fyri marknaðarprís
Sild og makrelur verða ikki brúkt til alifóður, men til mjøl og lýsi, sum Havsbrún útflytir
 
02.09.2013 - 10:48

Havsbrún verður nú skuldsett fyri at undirbjóða á marknaðinum fyri fiskamjøl í ES. Stjórin á danska uppsjóvarvirkinum, TripleNine, sigur við heimasíðuna FiskerForum, at føroyska fiskamjølið ger, at prísurin í Evropa lækkar tíggju prosent.

Sambært FiskerForum hevur Havsbrún avgjørt at útflyta mjøl í staðin fyri at brúka tað til alifóður í Føroyum. Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún, sigur við Útvarpið, at Havsbrún fær nógvan undanskurð av sild og makreli.

Ikki brúkt til alifóður

Hesi fiskasløgini verða ikki brúkt til alifóður, men til mjøl og lýsi, sum verður útflutt. Havsbrún selur fyri marknaðarprís í Evropa, sigur Odd Eliasen. Stjórin á Havsbrún vil ikki upplýsa prísin, sum Havsbrún selur fyri.

Tað er ein avtala millum seljara og keypara ikki at upplýsa prísin, sigur Odd Eliasen. Handilsforðingarnar hjá ES móti Føroyum umfata ikki mjøl og lýsi úr norðhavssild og makreli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952