Dýrasta umsiting í Fuglafirði

Dýrasta umsiting í Fuglafirði
Kostar meir enn tvær ferðir so nógv sum í bíligastu kommununi, sum er Vága kommuna
 
03.10.2013 - 08:57

Umsitingin hjá Fuglafjarðar kommunu er tann dýrasta í landinum. Tað vísir ein samanbering av útreiðslunum hjá kommununum, sum Gjaldstovan hevur gjørt.

Umsitingin hjá Fuglafjarðar kommunu kostaði í fjør hvørjum borgara í kommununi 5.276 krónur.

Tvøroyrar kommuna er næstdýrast og kostar 4.732 krónur, og EysturKommuna er triðdýrasta kommunan og kostar hvørjum borgara 4.715 krónur.

Umsitingin í størstu kommununi í landinum, Tórshavnar kommunu, kostaði í fjør 3.456 krónur fyri hvønn borgara, meðan umsitingin í næststørstu kommununi, Klaksvíkar kommunu kostaði 3.152 kr. pr. borgara í kommununi.

Vága kommuna er bíligast við einum eindarkostnaði fyri hvønn borgara í kommununi á einans 2.245 krónur - meir enn helvtina so bílig sum umsitingin í Fuglafjarðar kommunu.

Umboð fyri kommunurnar vóru í farnu viku kunnað um nýggju tølini hjá Gjaldstovuni.

Ætlanin er, at tølini skulu kunna brúkast sum eitt amboð til fíggjarstýring hjá kommununum, tá umræður skúlar, eldrarøkt og annað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542