Dagstovnurin í Vági goldin

Dagstovnurin í Vági goldin
Dagstovnurin var tikin í nýtslu í mai, og kommunan valdi at rinda stovnin uttan lántøku
 
31.10.2013 - 09:03

Í mai mánað í ár varð nýggi dagstovnurin í Vági, Eikilund, við vøggustovu, barnagarðsstovum og frítíðarskúla tikin í nýtslu.

Dagstovnurin Eikilund er normeraður til tilsamans 90 børn, 66 barnagarðsbørn og 24 vøggustovubørn.

Nú gjørt er upp, er greitt, at nýggi dagstovnurin tilsamans kostaði góðar 9,8 mió. kr. at byggja, íroknað er grundøkið fyri góðar 0,9 mió. kr.

Økið uttanum stovnin er eisini gjørt liðugt.

Vágs Kommunan valdi, tá farið varð undir dagstovnin, ikki at taka lán fyri at byggja stovnin, sigur Vágs kommuna í tíðindaskrivi.

Kommunan valdi ikki at taka lán fyri at byggja dagstovnin, og nú liðugt er, er eisini seinasti parturin goldin, tilsamans 3,4 milliónir kr., upplýsir Dennis Holm, borgarstjóri.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541