Granskarar: Arafat varð eitraður

Granskarar: Arafat varð eitraður
Ísrael er lagt undir at hava eitrað palestinska forsetan við polonium, men tað vísir landið aftur
 
07.11.2013 - 09:04

Granskarar í Sveis hava nú almannakunngjørt, at innihaldið av polonium í einstøkum likamslutum á fyrrverandi palestinska forsetanum, Yasser Arafat, var 18 ferðir hægri enn vanligt. Yasser Arafat doyði á einum fronskum sjúkrahúsi í 2004, eftir at hava verið sjúkur leingi. Deyðsorøskin var ongantíð staðfest, og palestinska leiðslan hevur tvíhildið um, at hann var eitraður.

Tá tað í fjør varð staðfest, at nógv av geislavirkna evninum, polonium, var í klæðunum, vóru klæðini send til kanningar í Sveis. Úrslitið er nú almannakunngjørt, og granskararnir siga, at tað er mest sannlíkt, at Yasser Arafat var eitraður.

Ísrael vísir aftur

- Hevði eg verið dómari, so hevði eg sagt, at Arafat var eitraður í november í 2004, sigur ein av granskarunum, David Barcley, við sjónvarpsrásina Al Jazeera. Palestinsku myndugleikarnir hava fleiri ferðir skuldsett Ísrael fyri at hava eitrað Yasser Arafat, men Ísrael hevur víst skuldsetingunum aftur.

Eygleiðarar siga seg stúra fyri, at ófriður fer at bresta á í palestinsku økjunum, nú frágreiðingin hjá granskarunum í Sveis er almannakunngjørd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424