Barroso væntar semju um makrelin

Barroso væntar semju um makrelin
Loysn verður funnin á trætuni í ár, sigur Jose Manuel Barroso, ES-nevndarformaður
Jose Manuel Barroso helt tíðindafund, tá hann vitjaði í Noregi. Hann væntar semju innan árslok
 
04.12.2013 - 12:04

Okkurt bendir á, at ein makrel-semja er á gáttini millum strandalondini. Í øllum førum er nógv røring í beint nú.

Eitt nú væntar ES-nevndarformaðurin, Jose Manuel Barroso, semju um makrelin áðrenn nýggjár, skrivar vágaportalurin, sum hevur tíðindini frá heimasíðuni hjá Wall Street Journal.

 

Loysn í ljósmála

Jose Manuel Barroso hevur verið á vitjan í Noregi og segði á tíðindafundi, at ein loysn eigur at verða funnin á makrel-trætuni í ár.

- Hetta fram til nýggjárs er ein lagalig løta, og partarnir eiga at brúka hana at seta seg saman at finna eina loysn, segði Jose Manuel Barroso, ES-nevndarformaður.

Á tíðindafundinum kom eisini fram, at umboð fyri ES-formansskapin vænta, at nýggir fundir vera millum ES, Noreg, Føroyar og Ísland áðrenn nýggjár. Og so kemur Maria Damanaki, ES-fiskivinnukommiserur, væntandi til Føroya á almenna vitjan 11. og 12. august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542