Amnesty takkar Mandela

Amnesty takkar Mandela
Nelson Mandela var ein av heimsins mest framskygdu leiðarunum í stríðnum at verja og stuðla mannarættindum
 
05.12.2013 - 23:54

Rørslan, sum stríðist fyri mannarættindum, stendur í takksemisskuld til Nelson Mandela. Tað sigur Amnesty International í fráboðan í kvøld, nú suðurafrikanska friðarhetjan andaðist.

Nelson Mandela var politiskur fangi, sum varð hildin aftur orsakað av samvitsku hansara. Hann skilti og merkti á egnan kropp, hvussu tað, at bólkar verða útihýstir, oyðileggur sosiala samanhangin í einum landi.

SÍ EISINI Nelson Mandela deyður

Salil Shetty, aðalskrivari hjá Amnesty International sigur, at Nelson Mandela broytti allan heimin, tá hann noktaði at góðtaka órættvísið í Suðurafrika.

- At Nelson Mandela er deyður er ikki bara ein missur fyri Suðurafrika. Tað er ein missur fyri øll kring heimin, sum berjast fyri frælsi, fyri rættvísi og fyri at steðga mismuni, sigur Salil Shetty.

Eftirmælið hjá Nelson Mandela skal virðast í fleiri ættarlið, heldur hon.

- Stríðið hjá Nelson Mandela fyri mannarættindum varð eyðkent av ósvikaliga vilja hansara at burturbeina rasumismun undir apartheit, sigur Salil Shetty.

SÍ EISINI Mandela sameindi heimin

Amnesty International útnevndi Nelson Mandela at vera samvitskuumboðsmann í november 2006. Tað var fyri at viðurkenna arbeiði hansara í nógv ár við finnast at brotum á mannarættindini, ikki bara í Suðurafrika, men kring allan heimin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985