Nú kemur CarPlay frá Apple til bilin hjá tær
Nú kemur CarPlay frá Apple til bilin hjá tær
Teldufyritøkan Apple er nú til reiðar at tvinna saman tína iPhone við el-útgerðina í bili tínum. Fleiri stórir bilframleiðarar eru við
Í framtíðini fert tú at kunna tvinnað saman tína iPhone við el-útgerðina í bili tínum. Apple er nú til reiðar við CarPlay
Mynd: Apple
03.03.2014 - 15:20
Stýriskipanin CarPlay nú er til reiðar at seta í el-útgerð í nýggjum bilum. Mercedes, Volvo og Ferrari verða millum tey fyrstu við útgerðini, kunngjørdi Apple í morgun.
Harumframt er avtala eisini gjørd gjørd við BMW, Ford, General Motors, Honda, Hyundai, Jaguar, Kia, Mitsubishi, Nissan, Peugeot, Citroën, Subaru, Suzuki og Toyota.
Trygdin fremst í huga
Apple-fyritøkan leggur áherðslu á, at fyritøkan fyrst og fremst hevur tikið atlit til trygdina hjá fólki ið koyra bil, tá Apple CarPlay varð ment og gjørt liðugt.
- iPhone brúkarar vilja hava alt beint við hondina, og CarPlay letur bilførarar gera júst hetta, uttan at tað gongur útyvir trygdina, sigur Greg Joswiak, marknaðarleiðari hjá Apple.
Enn er ikki greitt, nær fyrstu bilarnir við CarPlay fara at síggjast á vegunum. Hetta er nú í stóran mun til bilframleiðarnar at gera av, tí Apple hevur gjørt sín part av arbeiðnum liðugt.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158