Eftirlýsing: Eigur tú henda málningin?

Eftirlýsing: Eigur tú henda málningin?
Eigur tú málningin á myndini omanfyri, ella kennir tú eigaran, vil løgreglan fegin frætta frá tær
Løgreglan sóknast nú eftir eigaranum av hesum málninginum
Mynd: Mynd hjá løgregluni  
 
19.03.2014 - 11:10

<p>Løgreglan sóknast nú eftir henni ella honum, ið eigur málningin á myndini í greinini her. Niðast í høgra horni stendur annaðhvørt Marna 95 ella Maria 95.</p>

<p>Ein útlendingur hevur greitt løgregluni frá, at hann hevur funnið málningin onkrastaðni í Havn, eftir eitt rán í Klaksvík. Ramman á málninginum, ið er 100 sentimetrar breiður og 80 sentimetrar høgur, er koyrd burtur</p>

<p>Løgreglan veit ikki, hvør eigur málningin, so um tú kennist við málningin ella veitst, hvør eigarin er, frættir løgreglan fegin frá tær á 35 14 48.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302