Trygdartænastan fær skyldina fyri ófriðin

Trygdartænastan fær skyldina fyri ófriðin
Ukrainski forsætisráðharrin sigur, at tað skal kannast til botns, hví 40 fólk doyðu í ófriði í Odessa
savn
 
04.05.2014 - 10:48

Forsætisráðharrin í Ukraina hevur givið ukrainsku trygdar-tænastuni skyldina fyri, at 40 fólk doyðu í ófriði í suður-ukrainska havnar-býnum Odessa fyrradagin.  

Arseniy Yatsen-yuk, forsætis-ráðharri sigur, at hann fer at krevja, at kannað verður til botns, hvat orsøkin til ófriðin var.

Flestu av teimum, sum doyðu, vóru russiskt vinarlig loysingarfólk. Tey høvdu tikið ein stjórnarbygning og byrgt seg inni, men sluppu ikki útaftur úr húsinum, tá eldur kom í.

Forsætisráðharrin sigur, at ukrainska løgreglan og trygdartænastan gjørdu einki fyri at steðga russiskt sinnaðu uppreistrar-liðunum, meðan tíð var.

Í Eystur-ukraina eydnaðist tað í gjár at fáa vestur-evropeisku hernaðar-eygleiðararnar leysar, sum hava sitið fastir í eina viku. Teir umboða felagsskapin fyri trygd og samstarv í Evropa og vóru komnir til eystur-ukraina at fylgja við gongdini, tá russiskt sinnaðir ukrainarnar tóku teir.

Síðani hevur trýst verið lagt á russiska forsetan, Vladimmir Putin, at hjálpa til at fáa eygleiðararnar leysar aftur, ikki minst tí at Russland sjálvt er umboðað í Felagsskapinum fyri trygd og samstarvi í Evropa.

M.a. hevur týski kanslarin Angera Merkel ringt til Vladimir Putin og biðið hann síggja til, at russiskt vinarligu uppreistrarmenninir í Ukraina taka aðrar partar fyri seg og lata teir leysar - og tað eydnaðist í gjár.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244