Havrannsóknarskipið aftur í nevnd

Havrannsóknarskipið aftur í nevnd
Meirilutin í vinnunevndini skjýtur nú upp, at landsstýrismaðurin skal missa forkeypsrættin til skipið
 
09.05.2014 - 11:04

Vinnunevndin skal viðgera uppskotið um havrannsóknarskipið eina ferð enn. 

Við triðju viðgerð legði meirilutin í vinnunevndini, samgonguumboðini, eitt broytingaruppskot fram, um at strika ásetingina í lógini, at landsstýrismaðurin skal tryggja sær forkeypsrætt til skipið.

Alfred Olsen, Janus Rein, Hanus Samró og Bjarni Djurholm siga, at hetta verður gjørt fyri at beina burtur ivaspurningin um fíggjarliga langtíðarleigu av havrannsóknarskipunum.

Við triðju viðgerð bað Kristina Háfoss úr Tjóðveldi um at fáa málið aftur í nevnd, og tað varð samtykt við 18 atkvøðum fyri og 11 ímóti. 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659