Nevningating byrjað: Ákærdi noktar seg sekan

Nevningating byrjað: Ákærdi noktar seg sekan
Ósemja um húsaleigu og keyp av parti av húsum í Marknalíð var kanska orsøk til, at 61 ára gamal maður doyði í november 2013
Hvat hendi í hesum húsunum í Marknalíð í Havn í november 2013? Millum annað tað skal eitt nevningating taka støðu til
Mynd: KvF

20.05.2014 - 22:14

Hendiligt óhapp, sjálvverja ella dráp. Tað eru helst møguleikarnir í nevningatinginum, sum byrjaði í Føroya rætti í dag.

Ein 69 ára gamal maður er ákærdur fyri dráp, í øðrum lagi fyri vold við deyðanum sum fylgju, fyri ólógliga at hava komið sær inn í íbúðina hjá manninum.

Harumframt er maðurin ákærdur fyri at vera rýmdur av staðnum, hóast maðurin, ið doyði í Marknalíð, var í lívsvanda.

Ósemja byrjaði leingi áðrenn deyðsfall

Tosað varð um revsing frá nøkrum fáum árum, upp í lívlanga fongsulsrevsing. Verjin gjørdi alt fyri eitt greitt, at ákærdi maðurin noktar seg sekan í øllum ákærum.

Tað sum endaði við deyða í Marknalíð í november, byrjaði fleiri mánaðir frammanundan, tá tann deyði fekk aðra íbúðina í húsunum.

Ákærdi greiddi frá, at hann skuldi rinda leigu, og teir tosaðu enntá um, at tann deyði skuldi keypa aðra íbúðina í húsunum.

Avtala bleiv av ongum

Keypið av íbúðini gjørdist ongantíð veruleiki, og hann fekk heldur onga leigu. 20. november í fjør, segði tann ákærdi seg hava gjørt av, at maðurin skuldi úr íbúðini, tí hann skyldaði leigu fyri fleiri mánaðir.

Tá hann bankaði á dyrnar, varð ikki latið upp. Tí setti hann ein stiga upp á svalan, fyri at vita um hurðin úr køkinum út á svalan var opin.

Hurðin var opin, og komin innum, rópti hann á leigaran. Hann kom úr stovuni, tók í bringuna á honum, og bað hann fara á dyr.

Ákærdi kendi seg hóttan

Orð ókst av orði eina løtu, og teir fluttu seg til vaskið, har eigarin ætlaði at fáa sær ein vatnsopa, kom fram í Føroya rætti í dag.

Tá sá hann, at maðurin hevði tikið ein langan knív úr skuffuni, og hann hótti við knívinum, samstundis sum hann bað eigaran fara á dyr.

Ákærdi segði seg kenna seg hóttan, og hekk um armin á manninum, og slapp afturum hann. Teir tókust eitt bil, og duttu síðani niður á gólvið, tann deyð undir og ákærdi omaná.

SÍ EISINI <a href="http://kvf.fo/netvarp/uv/2013/11/21/lgreglan-kannar-illgrunasamt-deysfal...øgreglan kannar illgrunasamt deyðsfall í Havn

Hann reisti seg aftur, meðan tann deyði lá eitt bil, áðrenn hann fór at draga seg eftir gólvinum. Tástaðni sá hann blóð á gólvinum.

Ákærdi maðurin fór niðurundir í sína íbúð. Har var hann eina løtu, og fór síðani uppá aftur at hyggja. Tá lá hin maðurin stillur á gólvinum.

Ringdi til fólk og boðaði frá

Maðurin, ið er ákærdur, ringdi síðan til fólk, og segði frá, at støðan helst var álvarslig. Tvey fólk komu á staðið, og tá hann og ein ungur maður aftur fóru í íbúðina, merktu teir einki lív í tí deyða.

Tá bað ákærdi yngra manninin ringja til løgregluna. Hendingin fór fram millum kl. 21 og 23 í Marknalíð, kom fram í rættinum í dag.

Ákærdi maðurin var tikin og skuldsettur, og hevur sitið varðhaldsfongslaður síðani. Nevningatingið heldur fram í mikudagin, og tá skulu átta vitni avhoyrast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982