Andorra - Føroyar beinleiðis í útvarpinum

Andorra - Føroyar beinleiðis í útvarpinum
Klokkan 19.00 í kvøld spæla Andorra og Føroyar síðsta dystin í Bólki A í IHF Trophy kappingini í hondbólti
Mynd: Ragnar A. Jacobsen  
 
23.05.2014 - 11:49

Í kvøld spæla Andorra og Føroyar um at gerast nummar eitt í Bólki A. Bæði liðini hava tryggjað sær víðari luttøku í hálvfinalurnar. Dysturin verður beinleiðis útvarpaður.

Dysturin í kvøld avgerð, um Føroyar skulu spæla ímóti Georgia ella Moldova í hálvfinaluni í morgin. Georgia verður mett at vera sterkasta liðið í bólki B.

 

Úrslit hjá Føroyum:

Føroyar - Aserbadjan 43 - 12

Føroyar - Írland 40 - 13

 

Úrslit hjá Andorra:

Andorra - Írland 42 - 20

Andorra - Aserbadjan 32 - 23

 

Sjúka í føroyska hópinum

Tveir leikarar eru ivasamir til dystin í kvøld. Jónas G. Djurhuus og Kjartan Johansen hava ligið við búkilsku, og enn er ikki greitt, um teir verða klárir til dystin í kvøld.

Føroyski hópurin hevur tó fingið tríggjar leikarar afturat, sum ikki vóru við í teimum báðum fyrstu dystunum. Hesir hava verið til próvtøkur í Føroyum og í Danmark.

Men í nátt komu Julian Olsen (VÍF), Tóraldur Kollsker (H71) og Eirikur Simonsen (Viborg) til La Vella í Andorra, og teir eru við í kvøld.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770