Pauli Poulsen nýggjur venjari hjá Skála

Pauli Poulsen nýggjur venjari hjá Skála
Pauli Poulsen, sum hevur verið hjálparvenjari hjá KÍ, er settur sum venjari hjá Skála
 
17.06.2014 - 15:18

Fótbóltsfelagið Skála skrivar á heimasíðuni, at felagið hevur sett Paula Poulsen sum venjara.

Hann avloysir Eliesar Olsen, sum gavst í starvinum í gjár.

Pauli Poulsen kennir væl til umhvørvið, tí hann er uppvaksin í felagnum.

Pauli hevur umframt KÍ fyrr verið venjari hjá Skála, NSÍ og B68.

Skála er í løtuni niðast í Effodeildini við fimm stigum fyri trettan dystir.

Fyrsti dysturin hjá Paula Poulsen, sum venjari hjá Skála, verður sunnudagin, tá AB vitjar á Skála.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923