Flogvanlukkan í Ukraina: 196 lík funnin

Flogvanlukkan í Ukraina: 196 lík funnin
Neyðhjálparfólk í Ukraina siga, at tey nú hava funnið 196 lík á fløtuni, har flogfarið hjá Malaysia Airlines datt niður hóskvøldið.
Mynd: AFP
 
20.07.2014 - 11:01

Tað skrivar BBC.

Íalt 298 fólk vóru í flogfarinum, sum rakettskjótingartól nærhendis Donetsk – eftir øllum at døma – skutu niður hóskvøldið.

Vestanlondini hava funnist at uppreistrarfólkunum, ið hava ræði á økinum, fyri at forða teimum í at sleppa fram at vanlukkustaðnum. Tey hava tí heitt á Russland um at leggja trýst á.

Altjóða eygleiðarar vitja væntandi vanlukkustaðið seinni í dag.

Eingin tekur ábyrgd

Bæði russar og russisk-vinarligu uppreistrarfólkini nokta fyri at hava nakað við vanlukkuna at gera.

Tey ákæra hvønnannan fyri at hava skotið niður flogfarið, ið hevði kós móti Kuala Lumpur.

Amerikonsku myndugleikarnir siga seg hava frætt, at bæði lík og vraklutir eru flutt burtur, og at onkur harvið hevur pilkað við møgulig prógv.

Tíðindafólk hjá BBC siga, at enn er vanlukkustaðið ikki stongt av á rættan hátt.

Tey frætta eisini, at nøkur av líkunum vóru funnin, eftir at tey vóru flutt til býin Torez, ið ukrainsku uppreistrarfólkini hava ræði á.

Mynd: AFP

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. desember
Nýggjár á Quiztinum 2025
202062
Mikudag 31. desember
PLÁTUPANELIÐ #035 (Árið, ið fer 2025)
202112
Mikudag 31. desember
Morgunlestur mikudagur 31.desember 2025
201927
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132
Mikudag 31. desember
Gott nýggjár 2025
202129
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854