Seyður sum fjallløn skal vera skattafríur

Seyður sum fjallløn skal vera skattafríur
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur skotið upp at broyta skattalógina
Bóndafelagið og Óðalsfelagið fegnast um, at skattalógin verður broytt
 
11.08.2014 - 08:23

Seinnapartin fer løgtingið at viðgera skattafrían seyð.

Seyður, sum verður givin sum samsýning fyri fjallgongu og røkt, eiga ikki at vera skattskyldug inntøka hjá tí, sum fær seyðin.Tað er seyðurin nú sambært skattalógini. Men í veruleikanum verða fjalllomb og røktingarlomb ikki skattað. Og tann siðvenjan skal nú staðfestast í skattalógini. 

Størri inntøkur

Í fyrsta umfari hevði tað givið almennu kassunum fleiri pengar, um fjalllomb og røktingarlomb verða skattað sum lógin sigur. Men tá talan er um nógvar smáar upphæddir, hevði ein týðandi partur av inntøkuni farið til umsiting og eftirlit. Samstundis hevði hendan serliga seyðahaldsmentanin í Føroyum verið órógvað, heldur Fíggjarmálaráðið.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, biður løgtingið broyta skattalógina, so eingin ivi verður um, at fjalllomb og røktingarlomb ikki skulu skattast. Lombini, ella, sum tað stendur í lógaruppskotinum:  seyður, sum verður givin sum samsýning fyri fjallgongu og røkt, gerast nummar 30 í listanum í skattalógini við inntøkum, sum ikki eru skattskyldugar.

Feløgini fegnast

Bóndafelag Føroya og Føroya Óðalsfelag eru hoyrd um lógarbroytingina. Feløgini eru fegin um broytingina, tí skattaspurningurin órógvar nógvar limir í feløgunum.

Tingfundurin í dag er klokkan tvey.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952