Sáttmáli við fýra reiðarí uttan fyri Reiðarafelag

Sáttmáli við fýra reiðarí uttan fyri Reiðarafelag
Sáttmálin ásetur lágsmarkshýrur. Veruliga hýran er hægri, sigur Fiskimannafelagið
Formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard, er nøgdur við nýggja sáttmálan hjá Sjómannadeild felagsins
 
04.09.2014 - 07:30

Eftir samráðingar síðani í fjør heyst hevur Fiskimannafelagið nú fingið sáttmála við fýra reiðarí, sum ikki eru í Reiðarafelagnum fyri farmaskip.

Reiðaríini eru smápartafeløgini Frakt & Sand, Sekstant og Vermland og partafelagið Sandgrevstur.

Sáttmálin er galdandi til 1.mars 2016. 

Sambært sáttmálanum er byrjanarhýran hjá dekkarum 24.000 kr. og 23.760, tá eitt prosent í eftirløn er farið av lønini.

Eftir seks ár er hýran 27.450 kr., tá eftirlønin er tald við. 

Talan er um minstuhýru. Veruligu hýrunar hjá teimum fýra reiðaríunum eru hægri enn sáttmálin ásetur, sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum.

Sambært sáttmálanum eru fólk umborð í 30 dagar og hava so frí við fullari hýru í 30 dagar. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558