Vóna at friðarætlan verður sett í verk

Vóna at friðarætlan verður sett í verk
Forsetin í Ukraina væntar at kunngera eina vápnahvíld í morgin. Samstundis væntar hann at skriva undir eitt skjal um eina stigvísa friðarætlan
Petro Porosjenko, forseti í Ukraina, væntar at kunngera eina vápnahvíld fríggjadagin
Mynd: AP  
 
04.09.2014 - 17:48

<p>Samráðingar eru í hvítarussiska høvuðsstaðnum, Minsk. - Vit vóna, at friðarætlanin verður sett í verk í morgin, sigur ukrainski forsetin, Petro Porosjenko.</p>

<p>Tekur Ukraina undir við eini vápnahvíld eru russisku uppreistrarmenninir har eysturi í Ukraina eisini til reiðar at leggja vápnini, sigur Andrej Purgin, sum er varaforsætisráðharri í sjálvlýsta lýðveldinum Donetsk, sambært tíðindastovuni Interfax.</p>

<p>- Vil hin parturin eina veruliga vápnahvíld, fara vit kanska eisini at steðga bardøgunum, sigur Andrej Purgin, sum væntandi fer at hitta ukrainsku leiðsluna í Minsk fríggjadagin.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114