- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frágreiðing: MH17-flogfar varð rakt uttanífrá

Ferðafólkaflogfarið hjá Malaysian Airlines, MH17, sum datt niður í Ukraina 17 juli í ár, varð rakt av onkrum uttanífrá

Tað er niðurstøðan hjá hollendska Dutch Safety Board, ið er komin við einari fyribils frágreiðing, um hví flogfarið, har 298 fólk lótu lív, datt niður. Av hesum vóru 198 fólk hollendarar.

Formaðurin í Dutch Safety Board, Tjibbe Joustra, segði soleiðis fyrrapartin. Kanningarnar staðfesta, út frá svørtu kassunum, har alt samskiftið verður skrásett, at alt tykist normalt við flogfarinum, til sambandið brádliga varð kvett.

SÍ EISINI Nú sleppa serfrøðingar at kanna flogfarið

Mett út frá vrakpettunum og øðrum, verður staðfest, at ein lutur ella eitthvørt, sum hevði nógva ferð, ið er komið uttanífrá inn gjøgnum flogfarið, og hevur elvt til vannlukkuna, er niðurstøðan í fyribils frágreiðingin.

Málið verður kannað víðari, og ætlandi kemur ein endalig frágreiðing komandi summar. Flogarið var ávegis úr Amsterdam til Kuala Lumpur, tá tað datt niður har eysturi í Ukraina, har tað er rættuliga ófriðarligt.