FM í súkkling: Gunnar Dahl Olsen í besta formi

FM í súkkling: Gunnar Dahl Olsen í besta formi
Gunnar Dahl Olsen vísti aftur hvørjar dygdir hann hevur, sum súkklari tá hann í einkultstartinum í gjár og 100 km hóskvøldið varð fyrstur á mál
Frá vinstru: Jóanis Albert Nielsen, Gunnar Dahl Olsen og Gudmundur Joensen
Mynd: Heidi Lava Elgeirsdóttir

13.09.2014 - 03:35

FM í einkultstarti var í gjárskvøldið. Tað varð súkklað í tveimum bólkum. Annar bólkurin var ein opin bólkur, har teinurin var 40 km. Seinni bólkurin var fyri kvinnur, unglingar og motionistar har teinurin var 20 km.

Allir súkklararnir byrjaðu í hósvík og komu á mál aftur í hósvík. Opni bólkurin súkklaði til Svínáir at venda, meðan kvinnur, unglingar og motionistar vendu við rundkoyringina omanfyri streymin.

Súkklararnir vóru moyrir í beinunum tá teir skuldu byrja, tí kvøldið fyri høvdu súkklararnir súkklað FM í landavegssúkkling 100 km, sum er ein teinur tvær ferð runt oyggjarvegin.

Gunnar í toppformi

Gunnar Dahl Olsen, sum telist millum teir eldru súkklararnar vísti seg at vera í allar besta formi. Hann vann bæði FM í 100 km og í einkultstartinum var hann síðsti maður avstað, men fyrsti maður á mál. Nummar tvey gjørdist Jóanis Albert Nielsen, og Gudmundur Joensen gjørdist mummar trý.

Eingin kapping hjá Elsu

Elsa Berg var einasti luttakarin fyri kvinnur, men hóast at eingin kappingarneyti var hjá henni, so súkklaði hon væl. Elsa Berg tekur seg nógv fram sum súkklari, og hevur sett sær sum mál at koma á oyggjaleikalandsliðið, sum skal til Jersey næsta summar. Tað eru fleiri kvinnur, sum súkkla. Men í einkultstartinum var tað bert Elsa Berg, sum lúttók.

Í kvøld skulu skulu súkklararnir royna seg í FM í býarkoyring. Byrjað verður hjá Wensel í Akranesgøtu og har er málið eisini.

Oyggjaleikalandsliðið

Tað styttist til Oyggjaleikirnar á Jersey, og FM kappingarnar 2014 er umframt ein kapping um føroyska meistaraheitið, eisini ein av trimum úttøkukappingum til plássini á føroyska súkklulandsliðnum.

Volvo kring Føroyar var ein úttøkukapping, og nú eru tað FM kappingarnar og í vár verður so triðja og seinsta úttøkukappingin.

Í apríl skal listin latast inn um hvør skal umboða oyggjaleikalandsliðið á Jersey í summar. Av tí at fleiri av súkklarunum eru útisetar, og ikki luttaka til FM kappingarnar, so kann tað henda seg at ein av teimum allar bestu súkklarunum, Torkil Weyhe ikki verður úttikin.

Tí verða útisetarnir noyddir at luttaka í vár til seinastu kappingina og fáa eitt gott pláss, um teir skulu tryggja sær eitt pláss á landsliðnum til oyggjaleikirnir.

Oyggjaleikalandsliðið hjá súkklarunum telur 10 fólk. Fimm kvinnur og fimm menn.

Tíðirnar

Menn 40 km:

Gunnar Dahl Olsen 0.56.44

Jóanis Albert Nielsen 1.00.05

Gudmundur Joensen 1.01.12

Hilmar Hansen 1.06.52

Kvinnur 20 km.

Elsa Berg 0.43.45

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 30. januar 2026
203495
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 29. januar 2026
203492
Fríggjadag 30. januar
Breddin: Skapar snarskipanin A- og B-samfelag?
203483
Fríggjadag 30. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Lyon
203481
Fríggjadag 30. januar
Kvørnin: "Sólskin", Stanley Samuelsen
203473
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377