U21 í bólk saman við Serbia og Grikkalandi

U21 í bólk saman við Serbia og Grikkalandi
U21 hondbóltslandsliðið hjá monnum er komið í sterkan bólk til komandi HM-undankapping
U21 landsliðið kann vænta sær harða mótsstøðu frá Serbia og Grikkalandi
Mynd: hsf.fo  
 
20.09.2014 - 16:08

Sterku hondbóltstjóðirnar Serbia og Grikkaland verða mótsstøðuliðini, tá føroyska U21 hondbóltslandsliðið hjá monnum skal royna seg í HM undankappingini til endaspælið, sum verður leikt 9-11 januar komandi ár. 

Serbia er millum tær sterkaru hondbóltstjóðirnar, og árgangurin, sum Føroyar skal møta, endaði fyrr í ár nummar átta í EM-endaspælinum. Grikkaland kom ikki í endaspælið, men endaði nummar tvey í undankappingini frammanfyri Ísland og Italia.

Føroysku fyrireikingarnar til undankappingina, sum verður hildin í Grikkalandi, eru longu farnar í gongd, og í dag eru  25 spælarar møttir til fund og venjing.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392